Í sirmi og mjørka á Krossinum í Sumba varð í dag Føroya fyrsta sólorkulund alment tikin í nýtslu
Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan, sum skal geva eina ábending um, hvussu stóran leiklut sólorka kann fáa í framtíðarsamansetingini av burðardyggum orkukeldum í Føroyum.
Veðrið bar ikki brá av sól og summari, men tað var heldur ikki væntandi, sigur Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá SEV, sum hevur staðið fyri fyrireiking og uppseting av vindmyllulundini.
Sólorkulundin fer ikki at geva nógvan um yvirhøvur nakran streym hesa ársins tíð; hon er serliga ætlað at geva streym í summarhálvuni, tá vindur og regn fara í summarfrí. SEV hevur tó avgjørt at seta lundina upp nú, soleiðis at til ber beinanvegin at gera sær royndir við haldførinum hjá sólpanelunum og panelfestunum. M.a. verður spennandi at síggja, hvussu lundin fer at standa seg, tá stormarnir væntandi fara at herja í vetur.
Til staðar við hátíðarløtuna í Sumba vóru umframt umboð fyri Sumbiar kommunu, eisini umboð fyri føroyska orkumyndugleikan Orku, Articon og SEV.
Borgarstjórin setti verkið í rakstur
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu setti verkið í rakstur, áðrenn Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV handaði Hera Mortensen, framleiðslustjóra hjá SEV lyklarnar til skipanina. Verkið er nú partur av framleiðsluni hjá SEV í Suðuroy og tað er Vágsverkið, sum hevur ábyrgdina av sólorkulundini í Sumba. Heri Mortensen handaði tí Jóannesi Norðberg, verkmeistara á Vágsverkinum lyklarnar.
Ársframleiðslan verður væntandi umleið 160 MWt, sum svarar til umleið 20 prosent av streymnýtsluni í Sumba.
Umboðini fyri SEV nýttu høvið at takka Sumbiar kommunu fyri sera gott samstarv, sum hevur verið avgerandi fyri, at sólorkulundin er tikin í nýtslu júst eitt ár eftir, at fyrsta formella samskiftið millum Sumbiar kommunu og menningardeildina hjá SEV byrjaði.
Eitt ár er sera stutt tíð, tá ræður um slíkar verkætlanir, og her kemur fyrimunurin við at arbeiða í einum lítlum samfelag sum tí føroyska til sín rætt. Allir partar, t.e. Sumbiar kommuna, Setrið, veitarar, Vernd og Orka á Umhvørvisstovuni, hava víst verkætlanini áhuga og stóra vælvild, og hava arbeitt skjótt
Hetta er tann fyrsta av allarhelst fleiri slíkum verkætlanum í Føroyum, og stórur áhugi er fyri, hvussu fer at hilnast.
Suðuroyggin ein orkumiðdepil
Sólorkulundin er ein av fleiri verkætlanum hjá SEV, sum liggja fyri framman. “Gongst sum ætlað fer SEV at seta upp sjey vindmyllur komandi ár, og saman við battaríum og aðrari tekniskari útgerð, sum ætlanin er at royna, kann Suðuroyggin verða ein orkumiðdepil, tá talan er um varandi orku”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.
Facebook viðmerkingar