Nú hevur nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic veruliga fingið skap.
Síðstu stál dragararnir verða eftir ætlan settir upp í komandi viku.
Partar av útvegginum er koyrt krimpiplast á, so tað er betur arbeiðandi inni í bygninginum.
Í komandi viku koma fyrstu betong elementini til virkið og so verður fari undir at byggja upp inni.
Frystararnir eru við at vera settir upp, so tað er nógv virksemi á økinum í løtuni.
Myndina av nýggja virkinum hevur Reidar Simonsen tikið.
Facebook viðmerkingar