Seinastu árini eru persónsskattainntøkurnar hjá kommununum kring landið hækkaðar ár um ár. Hækkingin er tó rættiliga ymisk frá einum øki til annað, og er hetta ávirkað av bæði vinnuligum virksemi og av møguleikanum at pendla til størv í miðstaðarøkinum, greiddi Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, frá á fundinum um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum týskvøldið.
Verður hugt eftir tølunum, so vísir yvirlitið omanfyri greitt, at persónsskattainntøkurnar hjá kommunum í Suðuroynni og Sandoynni eru væl lægri enn í restina av landinum.
Miðal fyri landið er umleið 40.000 kr. pr. borgara í persónsskatti til kommunur. Tølini fyri Suðuroynna eru tó heilt onnur, har kommunurnar fáa í miðal 34.000 kr. pr. borgara í persónsskatti. Nakrar kommunur fáa eitt vet meiri enn hetta pr. borgara, meðan fleiri fáa minni.
Lagt eigur at verða tilmerkis, at skattaprosentið í kommununum er ymiskt og hetta ávirkar sjálvsagt staðfestu inntøkurnar hjá kommununum. Men verður roknað um til miðal skattaprosent, so gerst munurin á kommununum í Suðuroynni og aðrastaðni í landinum enn størri. Millum høvuðsorsøkirnar til munin er, at suðuroyingar ikki hava atgongd til góða arbeiðsmarknaðin í meginøkinum.
Facebook viðmerkingar