YVIRLÝSING frá BORGARSTJÓRUNUM Í SUÐUROYNNI um SUÐUROYARTUNNILIN

Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting

YVIRLÝSING frá BORGARSTJÓRUNUM Í SUÐUROYNNI um SUÐUROYARTUNNILIN
Á almennum fundi um Suðuroyartunnilin týskvøldið 3. desember fingu vit enn eina ferð greining av hvussu gongdin er í fólkatalinum í Suðuroynni og hvørji útlitini eru fyri at gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni komandi árini.

Fólkatalið í Suðuroynni er minkað ár um ár seinastu ártíggjuni, og er síðani 1985 minkað við fleiri enn 1.250 fólk, svarandi til eina minking á umleið 11,5%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Føroyum vaksið við 6.600 ella við góðum 14,5%. Hóast bestu tíðir í Føroyum í eini 30 ár – og hóast tvey nýggj stór arbeiðspláss eru komin í Suðuroynni seinastu árini – so er gongdin í Suðuroynni framvegis skeiva vegin og onki bendur á at nøkur broyting er í væntu.

Høvuðstrupulleikin er nú sum áður, at Suðuroyggin ikki hevur fast samband við meginøkið, har tey nógvu størvini eru til útbúgvin fólk. -Og tá ungir suðuroyingar, eins og ung í restina av landinum, velja at nema sær útbúgving og fara av oynni í hesum ørindum, so er sera avmarkaðir møguleikar at venda aftur til Suðuroynna og fáa arbeiði eftir lokna útbúgving. 

Hetta er eisini høvuðsorsøkin til minkandi fólkatalið – og av somu orsøk er fast samband neyðugt fyri framtíðina í Suðuroynni, soleiðis at tað ber til at búgva í Suðuroynni og pendla til arbeiðis í meginøkinum og kring landið annars.

Á fundinum um Suðuroyartunnilin týskvøldið kom fram, at um Suðuroyartunnilin skal kunna borast í framhaldi av Sandoyartunlinum, sum er boraður ígjøgnum áðrenn ársskiftið 2021/2022, so er alneyðugt at seta 6-7 mió. kr. av á Fíggjarlógini fyri 2020 til kanningararbeiði í 2020 og seta 6-7 mío. kr. av á Fíggjarlógini 2021 til kanningararbeiði í 2021.

Vit borgarstjórar í Suðuroynni umboða umleið 9% av Føroyafólki og meta vit, at vit hava krav uppá somu møguleikar sum restina av landinum. Skulu vit 9% av Føroyafólki hava somu møguleikar sum størsti partur av landinum, so er fast samband svarið – hetta eru flest øll í Føroyum samd um.

Vit heita tí á Landsstýrið um at seta 6-7 mió. kr. av á Fíggjarlógini fyri 2020 til kanningararbeiði í samband við Suðuroyartunnilin – og somuleiðis at seta 6-7 mió. kr. av á Fíggjarlógini fyri 2021 til hetta kanningararbeiði, soleiðis at farast kann undir at bora Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum seint í 2021.
Suðuroy 5. desember 2019

Janus Thomsen. Dennis Holm Eyðbjørn Thomsen
Hvalbiar kommuna Vágs kommuna Sumbiar kommuna

Mikkjal Sørensen Jónsvein Hovgaard Kristin Michelsen
Porkeris kommuna Hovs kommuna Tvøroyrar kommuna

Jóanis Lisberg
Fámjins kommuna

Facebook viðmerkingar