Tað verður eingir pengar settir av á fíggjarlógini fyri næsta ár til Suðuroyartunnilin. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, við KvF. Men hetta er tó í andsøgn við tað sum samgongutinglimirnar Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum søgdu fyri 3 vikum síðani í Løgtinginum.
In.fo skrivaði 17. November 2019:
Á Fíggjarlógini fyri næsta ár, skal peningur setast av til at projektera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Tað siga teir báðir tinglimirnir í samgonguni, Erhard Joensen úr Sambandsdflokkinum, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at endurnýggja ferjunar hjá Strandferðsluni, og at brúka 50-60 milliónir til endamálið um árið í eini fimm seks ár, so er komið á mál.
Her hugsa tey um tær smærri ferjurnar, tí tey halda, at ístaðin fyri at byggja ein nýggjan Smyril, eigur undirsjóvartunnil at verða gjørdur til Suðuroyðar.
Og í hesum sambandi vísti Erhard Joensen á, at næsta ár skal játtan setast av á fíggjarlógini til at projektera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Og Bill Justinussen staðfesti, at tað er hann samdur í.
Bill Justinussen hevði orðið, og tá spurdi Erhard Joensen um Bill Justinussen er einigur við honum í, at á fíggjarlógini fyri 2020, skal tann neyðuga upphæddin setast av til at projektera Suðuroyarunnilin.
Bill Justinussen svaraði, at tað er hann so púra samdur í.
(…)
Sostatt sær tað út til at samgongulimir ikki eru samdir við Jørgen Niclasen, landsstýrismann, tá umræður spurningin at seta pening av til at projektera Suðuroyartunnilin í 2020.
Facebook viðmerkingar