Suðuroyar Sjúkrahúsi tørvar radiografar til setan frá 1. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíð verður eftir avtalu við umsøkjarar.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru vit í gongd við at stovnseta okkara nýggja skannarafunktión, og saman við okkum kemur tú at verða við til at áseta arbeiðs-og mannagongdir í samband við byrjanina av hesi tænastu.
Sum radiografur á Suðuroyar Sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum. Radiografar hava tilkallivakt frá heimi.
Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum.
Vit vænta at umsøkjarar:
– seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
– eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
– hava góð samstarvsevni bæði mono-og tvørfakligt
– eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
– hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
– danska autorisatión.
Vit kunnu bjóða
– góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
– ávirkan á egnan gerandisdag
– skipaða førleikamenning
– ávirkan á ta nýstovnaðu CT-tænastuna.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið. Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 34 33 00 ella gunnbjorg@ssh.fo
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo
Umsóknarfreistin er 5. januar 2020.
Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar Sjúkrahús.
Facebook viðmerkingar