Í januar komandi ár fara bólkar við børnum úr dagstovnaøkinum í Suðuroynni at vitja hvørja viku á ellis- og røktarheiminum Hamragarði í Vági, á Eldrasambýlinum í Vági, á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og á Eldrasambýlinum í Hvalba.
Bólkarnir fara at vitja á ellis- og røktarheimunum og á eldrasambýlinum sum vitjunarvinir fram til summarfrítíðina, og eftir summarfrítiðina byrjar nýggir bólkar, sum so verða vitjunarvinir fram til summarið 2021.
Endamálið við ætlanini er m.a., at skapa øktan trivna fyri tey eldru, men fyri børnini fer hetta eisini at skapa relatiónir til eldri fólk og læra tey um umsorgan og tað at ”man kann verða okkur fyri ein annan”.
Endamálið er eisini at børnini og tey eldru kunnu stimbra hvønn annan bæði málslig og vitanarliga.
Skipanin verður eftirmett í juni og um neyðugt tillaga til og er ætlanin at skipað hetta sum varandi skipan frá august 2020.
Vágs kommuna hevur arbeitt við hesari ætlan síðan í mai/juni í ár, og leiðslan í Bú- og Heimatænastuni Suðuroy gjørdi av, at ætlanina beinanvegin skuldi víðkast til at fevna um øll heimini í eldraøkinum í Suðuroynni, og vit gleða okkum til at hendan verkætlanin fer ígongd bæði børnum og teimum eldri at frama, sigur Dennis Holm, stýrisformaður í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar