Ongin royndarskipan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni

Løgtingið hevur í dag havt 2. viðgerð av uppskoti um at skipa royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni, soleiðis at tey, sum eru 18-67 ár og hava tørv á tænastum, sum eldraøkið í dag bjóðar, kunnu fáa nøktandi tilboð.

Í nevndarviðgerðini hevur Almannaverkið víst á, at ongir brúkarar eru í hesum aldursbólkinum í Suðuroynni.

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy hevur hinvegin í samband við viðgerðina av málinum víst á, at tað eru í øllum førum eini 15 fólk í Suðuroynni millum 18 og 67 ár, sum hava tørv á tænastum, sum ikki fáa nøktandi tænastur í dag.

Uppskotið, sum Javnaðarflokkurin legði fyri Løgtingið, gekk út uppá, at kommunala samstarvið um eldraøkið í Suðuroynni skuldi fáa 3,5 mió. kr. til endamálið í 2020 og 4,5 mió. kr. í 2021.

Uppskotið fall tá atkvøtt varð við 2. viðgerð, 13 atkvøddu fyri og 15 atkvøddu ímóti.

Facebook viðmerkingar