FC Suðuroy hevur nú sett venjara og undirskrivaðu Palli Augustinussen og FC Suðuroy í gjár tvey ára sáttmála.
Palli er 38 ára gamal og hevur A-venjara úbúgving.
Palli hevur harumframt drúgvar royndir sum leikari og hevur spælt út við 200 landskappingardystir í bestu deildini, Og hevur eisini vunnið Føroyameistaraheitið við VB.
FC Suðuroy boðar eisini frá, at Gutti Kristiansen verður hjálparvenjari.
Á myndini eru Óli Holm, peningarøkil hjá FC Suðuroy, og Palli Augustinussen.
Facebook viðmerkingar