Frá Vágs kommunu: Øll, sum hava ætlanir um at brenna bál á nýggjárinum, skulu søkja kommununa um loyvi.
Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 sum broytt við kunngerð nr. 90 frá 28. september 2007 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Søkjast kann um loyvi við at útfylla hetta skjalið: Loyvisskriv til nýggjársbál og lata tað inn til kommununa.
Heitt verður á fólk um at avgreiða bálloyvi skjótast tilber
Sí fylgjandi vegleiðing um brenning av báli fyri nærri kunning um, hvat fyri tilfar er loyvt at brenna.
Vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um “Brenning á báli ella eldstaði.
Tey, sum ikki hava avgreitt bálloyvi í góðari tíð, kunnu koma út á kommunuskrivstovuna týsdagin 31. desember millum kl. 12.00 til 14.00.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar