Um dagarnar hevur ávíst kjak verið um hvør kostnaðurin er hjá einari familju úr t.d. Sumba at fara til Havnar ein dag og suðuraftur, samanborið við kostnaðin hjá einari familju úr Sørvági at fara til Havnar ein dag og vesturaftur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði í farnu viku fyrispurningi um hetta og vísti á, at tað var dýrari at ferðast úr Sørvági til Havnar og aftur, enn tað var at fara úr Sumba til Havnar og aftur – um ferðast verður við bygdaleiðum og oyggjaleiðum hjá SSL. -Og tað er eisini rætt, eins og víst verður á í talvuni niðanfyri, at tað er útvið 29% dýrari at ferðast á hendan hátt úr Sørvági til Havnar enn tað er at ferðast úr Sumba til Havnar og aftur.
Eitt er ferðakostnaðurin við bygdaleiðum og við Smyrli, eitt annað er ferðakostnaðurin við egnum bili; sum jú er tann hátturin tey allarflest ferðast á í dag. Har er kostnaðurin at ferðast úr Sumba til Havnar og aftur góð 260% hægri enn ferðakostnaðurin úr Sørvági til Havnar og aftur.
Verður veruligi kostnaðurin av ferðini hjá einari familju úr Sumba og úr Sørvági til Havnar og aftur roknaður, so slepst ikki undan at taka við á leiðini, at ein familja í Sumba má verða í Havn í ein heilan dag, meðan ein familja í Sørvági kann koma og fara, tá hon vil.
Hetta ger eisini, at tað eru fleiri eykakostnaðir, sum standast av ferðini til Havnar. Familjan úr Sumba má keypa sær okkurt at eta (um tey ikki hava matpakka við ella velja at ganga svong) á ferðini. Og bæði familjan úr Sumba og familjan úr Sørvági missa inntøkur orsaka av ferðini; familjan úr Sumba missir 2 ferðir heilan arbeiðsdag, meðan familjan úr Sørvági missur 2 ferðir hálvan arbeiðsdag.
Tá alt hetta verður tikið við, og hetta eru jú veruligar útreiðslur fyri bæði familjuna úr Sørvági og familjuna úr Sumba, so er samlaði kostnaðurin hjá einari familjur úr Sumba, sum ferð til Havnar, 4.015,85 kr., meðan kostnaðurin hjá einari familju úr Sørvági er 1.615 kr.
Altso kostar tað meiri enn 2.400 kr. meiri fyri eina familju úr Sumba at fara til Havnar og aftur, enn tað kostar fyri eina familju úr Sumba.
Facebook viðmerkingar