Ársins ÍtróttaNAVN: hesi eru í uppskoti

Nú er greitt, hvørji trý eru í uppskoti til heiðurin sum Ársins ÍtróttaNAVN 2019.

Leygarkvøldið 28. desember verða ársins størstu og bestu ítróttaavrik heiðraði á gallatiltaki, sum Ítróttasamband Føroya skipar fyri.

Og nú er greitt, at hesi eru í uppskoti at gerast Ársins ÍtróttaNAVN:

Høgni Kunoy Dávason, taekwondo

Tað var eitt bragd av teimum heilt stóru, tá ið Høgni í januar gjørdist norðurlendskur meistari í taekwondo í aldursbólkinum 15-17 ár. Ikki minst tí, at hann tá var bert 14 ára gamal og harvið væl yngri enn allir hansara mótstøðumenn.

Harumframt hevur hann uppá stutta tíð givið eini nýggjari ítróttagrein pláss í føroyska ítróttaheiminum, hetta við taekwondo felagnum Hwarang í Søldarfirði, har Høgni er venjari hjá nógvum dugnaligum taekwondo íðkarum.

Sverri Sandberg Nielsen, rógving

Hvør helt ikki ondini, tá ið Sverri kom á mál í HM-finaluni í einmansróðri í august, bert tríggjar hundraðpartar frá fyrsta plássinum. Umframt HM-silvur, hevur Sverri eisini vunnið tvey gullheiðursmerki á World Cup-stevnum fyrr í ár.

Sverri er tí at rokna millum heimsins allarbestu rógvarar, og hann hevur samstundis tryggjað sær luttøku til OL í Tokyo komandi summar.

U17 landsliðið hjá dreingjum, hondbóltur

Tað ótrúliga hendi, tá U17 landsliðið í summar basti fleiri av heimsins mætastu hondbóltstjóðum og vann European Open kappingina í Gøteborg. Tað krevur evnir, vilja og samanhald út yvir tað vanliga at røkka so góðum úrslitum yvir so nógvar dystir, og júst hetta hava U17 dreingirnir.

Við sigrinum gera landsliðsdreingirnir seg til fyrimyndir fyri aðrar ungar hondbóltsleikarar, eins og teir eru prógv um, at framtíðin fyri føroyskan hondbólt er bjørt.

Umframt Ársins ÍtróttaNAVN verða eisini hesir heiðrar handaðir leygarkvøldið 28. desember:

Ársins ÍtróttaSTØRNUSKOT

Ársins ÍtróttaÁTAK

Ársins ÍtróttaFELAGI

Ársins SAMBAND

Heiðursskjal Poul E. Petersens

Facebook viðmerkingar