FC Suðuroy hevur seinastu vikurnar gjørt sáttmálar við fleiri leikarar og nú hevur felagið eisini gjørt sáttmála við fleiri av ungu talentunum í felagnum. Talan er um Fríða Holm, Adrian Holm, Olaf Godtfred, Pætur Augustinussen og Olivur Poulsen, sum allir hava verið týðandi leikarar bæði á U15 aldri og á U17 aldri.
Í fjør byrjaðu vit at kalla av nýggjum og sáttmálarnir við ungu leikararnar er ein týðandi íløga í framtíðina, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Vit eru sera fegin um at hava gjørt 2 ára sáttmála við hesi ungu talentini, tilgongdin frá ungdóms árgangunum eru avgerandi fyri vaksnamannadeildina hjá FC Suðuroy, sigur Julius Vest Joensen.
Facebook viðmerkingar