Í meira enn hálva øld hava vágbingar hildið nýggjár við at ganga kyndlagongu og brenna ein bát á Tríkantinum, tey kalla. Á gáttini til 2018 skipaði Nýggjársnevndin í Vági fyri at gera ein film um søguna hjá haldinum og fyrireikingarnar í nútíðini.
Filmsliðið fylgdi vágbingum í tríggjar dagar, og mong upptøkutól vóru til reiðar, tá endabresturin var gamlaárskvøld.
Við í filminum eru m.a. Robert McBirnie, Petur Dahl Nolsøe, Niels Petur Nolsøe, Hans í Líðini, Búi Dahl og onnur.
Filmurin verður vístur kl. 20.30 fríggjakvøldið.
Lagt til rættis: Uni Arge og Hans Petur Hansen.
Facebook viðmerkingar