Sum vant verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum í Vági, sum hvør ár dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr Heimi. Skráin er eisini rúgvismikil.
Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í Garðslon (Vágsvegur 114)
Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju
kl. 13 Barnatiltak í VB-húsinum v/undirhaldi, spølum, andlitsmáling og Ingi Poulsen kemur at syngja fyri børnunum. Dyrnar lata upp kl. 12.30.
Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.
Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.
Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Showmenn v/Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen. Og í VB-húsinum spæla Hans Jacob & vinmenn.
Facebook viðmerkingar