Suðuroyingar hava stovnað sjavsfelag, navnið á felagnum er Suðuroyar Sjavsfelag. Felagið er stovnað 10. des. 2019.
Nevndin í felagnum her hendan:
Formaður: Páll Lervig, Vágur
Næstformaður: John Nilssen, Tvøroyri
Penigarøkil (kassameistari): Eyðólvur Bech, Porkeri
Skrivari: Elna Poulsen, Sumba
Nevndarlimur: Gudmund Poulsen, Sumba
Eykalimir: Egill Steintórsson, Vágur og Sverri Jacobsen, Sandvík.
Grannskoðari hjá felagnum er Egill Steintórsson.
Lutakast var um hvussu leingi í hvør skuldi sita í nevndini í 1 ella 2 ár. Lutakast fall á at Páll Lervig og Elna Poulsen skuldi sita í 2 ár og hini 3 í eitt ár. Felagið koyrir út frá Vági. Teldupost addressa og postur til felagi skal sendast til formannin.
Endamálið við felagnum er at stuðla vælgerandi endamálum, fyrst og fremst í Suðuroynni.
Staðið har spælt verður er í VB-húsinum í Vági.
Fyrsta kapping hjá nýggja felagnum verður nú tórskvøldið 2. jan. kl.18.30.
Facebook viðmerkingar