Enn eitt vallyftið hildið og avgreitt á ársins síðsta degi!
Vit, í Javnaðarflokkinum, eru serstakliga errin av, at vit endiliga hava megnað at givið sløkkiliðnum munandi betur umstøður at húsast í, tí gamlaárskvøld varð endaliga samtykt, at keypa bygningin hjá Norcon í Øravíkarlíð.
Bygningurin verður framyvir brand- & tilbúgvingarstøð. Hetta hevur ikki verið uttan svørðslag, men tað eydnaðist.
Sløkkiliðið hevur hildið til í gamla ísvirkinum síðani fyrst i 90-unum og umstøðurnar hjá teimum hava í nógv ár, hvørki verið nøktandi ella tíðarhóskandi.
Sløkkiliðið er mannað við 16 fólkum – 13 úr Tvøroyrar kommunu og 3 úr Hvalbiar kommunu. Teirra arbeiðið kann ikki virðismetast nóg høgt!
Javnaðarflokkurin gav lyftið um at arbeiða fyri betri hølum til okkara djørvu sløkkiliðsfólk og kunnu flest øll nú gleðast saman við sløkkiliðnum!
Vit vilja eisini nýta høvið til at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár!
Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri
Facebook viðmerkingar