Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalba

Søkt verður eftir

Námsfrøðiligum stuðli á 20 tímar um vikuna, til barn í frítíðarskúlanum.

Setanin er til 20. juni 2020.

Námsfrøðingi í farloyvistarv á 30 tímar um vikuna.

Setanin er til 1. januar 2021.

Føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kann hjálparfólk verða sett.

Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Vera kveikjandi, vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði. Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við øðrum starvsfólkum. 

Vit vænta at

  •  tú ert álítandi og tekur ábyrgd

  •  tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

  •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

  •  tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

  •  tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða

Eitt starv í einum nýggjum stovni, har innan- og uttandura umstøðurnar geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning. Dagstovnurin er í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og seta dám á virksemi á stovninum.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolir broytingar í starvinum.

Umsókn saman við revsiváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagihósdagin 16. januar 2020 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2

Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580

Facebook viðmerkingar