Nú 2019 er farið afturum kann eisini staðfestast, at persónsskattainntøkurnar settu met í 2019, tá Vágs kommuna fekk tilsamans 47,3 mió. kr. í persónsskatti, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Í mun til 2018, tá persónsskattainntøkurna hjá Vágs kommunu vóru 43,9 mió. kr., er talan um ein vøkstur á 3,4 mió. kr. ella á 7,6 prosent. Talan er eisini um væl størri vøkstur enn frá árinum 2018 til 2019, tá vøksturin í persónsskattainntøkunum var 1,9%.
Allir mánaðir, uttan mai mánaði, vóru í 2019 betri enn undanfarin ár, og desember mánaði var eisini besti mánaði til persónsskatt í Vágs kommunu higartil, tá persónsskattainntøkurnar vóru 4,45 mió. kr.
Umframt persónsskatt, so fevnir høvuðsinntøkugrundarlagið hjá kommununum í Føroyum eisini um partafelagsskatt og flytingar frá Landinum í samband við kommunurnar í 2015 yvirtóku raksturin av eldraøkinum. Nakrar kommunur hava eisini munandi inntøkur frá vørugjaldi og brúgvagjaldi í samband við virksemi á havnarlagnum og umvegis keikantin.
Kelda: www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar