Bakkafrost hevur áður sagt fólki upp á virkinum í Vági, tíverri hevur virkið valt ikki at virka meir fisk í Suðuroynni, men vónandi verður skjótt hjá arbeiðsfólkinum at finna nýggj størv, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Bakkafrost hevur sagt 40 fólkum upp á Kryvjivikrinum hjá Bakkafrost í Vági. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk vera søgd úr starvi á kryvjivirkinum, og tíverri tykist tað sum, at virksemi ikki fer í gongd aftur í bræði.
Fyri fólkini eru hetta ein ógvusligur smeitur, tað kemur ótrúliga illa við og er hart fyri eitt øki, sum eisini er rættiliga avskorið frammanundan, sigur Georg F. Hansen, og vísir á, at arbeiðstilboðini í Suðuroynni eru avmarkað í mun til støðuna norðanfjørs.
Vit hava tíbetur sæð, at arbeiði hevur verið til flestu hendur, men tá tað er sagt, so síggja vit eisini, at inntøkurnar í framleiðsluvinnuni eru ógvuliga svingandi, og framvegis er tað nógvastaðni, at arbeiði ikki er 40 tímar um vikuna javnt gjøgnum árið.
Annars er ikki ókent, at uppsagnir eru í Bakkafrost, tí tað uppliva tey tíverri við jøvnum millumbili.
- Eg hevði viljað, at Bakkafrost tók betri ábyrgd av starvsfólkunum og fekk teimum onnur størv, so at tað ikki er neyðugt í heilum hjá fyritøkuni at siga fólki upp, vísur Georg F. Hansen á.
Bakkafrost hevur seinastu árini havt metstór avlop, eigararnir hava fingið fleiri 100 mió. kr. í vinningsbýti, men samstundis hevur fyritøkan ilt við at tryggja arbeiðsfólkinum javnar og góðar inntøkurnar.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at hann hevði ynskt, at Bakkafrost vísiti eitt sindur meir samfelagssinni, serliga eisini tí hann veit, at tey hava ráð til tess.
Eisini vísir hann á, at hann ikki hevur sæð somu uppsagnartendensir hjá hinum alifyritøkunum í Føroyum.
Facebook viðmerkingar