Vatnrussjibreyt í Páls Høll í vár

Vágs kommuna hevur í longri tíð arbeitt við ætlan um at gera Páls Høll meiri innbjóðandi til børn og ung – og nú er vatnrussjibreyt bíløgd, sum verður settur upp í vár.

Talan er um vatnrussjibreyt sum er góðar 14 m. long og sum “endar” úti í langhylinum. Vatnrussjibreytin er tó gjørd soleiðis, at seinasti parturin kann takast av, soleiðis at russjibreytin ikki er ein forðing, tá kappingar eru í Páls Høll.

Tað verður áhaldandi arbeitt við at gera Páls Høll meiri innbjóðandi fyri vitjandi, og við russjibreytini er greitt, at tað verður enn meiri spennandi hjá børnum og ungum, og barnsligum sálum, at koma í Páls Høll.

Páls Høll fevnir í dag um ein 50 m. hyl, ein heitan barnahyl, vælverudepil við sauna, gosbað, og massagu-rúmum. Tað eru eisini uttandura hitapottar í Páls Høll. Í Páls Høll er eisini venjingarmiðstøð og eitt kafe-økið. Og í vár verður so vatnrussjibreyt sett upp í Páls Høll.

Niðanfyri sæst mynd av vatnrussjibreytini, soleiðis sum hon kemur at standa í Páls Høll. Legg til merkis, at litirnar á tilgjørdu myndini eru ikki eftirfarandi. Vatnrussjibreytin verður hvít (ikki grá).

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar