Egill og Hans Jacob vunnu 5. umfar í sjavs

Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech vunnu 4. umfar í sjavs og tórskvøldið í farnu viku vunnu teir eisini 5. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag.

Úrslitið av 5. umfar gjørdist.

Nr. 1. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 4 stig hvør
Nr. 2. Emly Poulsen og Eirik Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 2 stig hvør
Nr. 4. Daniel Pauli Bech og Jens Pauli Thomsen, 1 stig hvør

Úrslitið førir við sær, at tað nú eru fýra sum hava 10 stig. Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Næsta kapping verður aftur tórskvøldið 6. febr. kl. 18.30 vesturi í VB-húsinum

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar