Skeivleikar í tíðindunum frá KVF/SVF og Jón Briani Hvidfeldt

Aftur i ár má eg tríva í pennin og svara uppá skeivu søgurnar frá SVF. Hetta er ikki fyrstu ferð og allar helst ikki seinastu ferð.

Sendingin Dagur og Vika tann 3. februar hevði so nógvar skeivleikar, at vit fara niðanfyri at greiða allar skeivleikarnar sum sendingin hevði, soleiðis at fólk fáa røttu søguna.

Fólk ringja.

Sera nógv fólk hava ringt til mín, og sagt at tíðindini í SVF tann 3. februar 2020 eru skeiv, og eg var samdur og segði ja, at har vóru fleiri skeivleikar.

Og aftur hava fleiri heitt á meg, um at svara SVF aftur uppá hesar skeivleikar.

Skeiv tíðindir.

Í tíðindunum verður sagt at fiskur var seldur á skrivaraborðinum, og at vit hava selt fisk sum vit hava fingið, hetta er tann svartasta lygn, vit hava ikki fingið hendan fiskin og hesi loyvini. Harafturímóti hava vit goldið sera sera nógvan pening fyri hesi loyvir. Alt hetta sær ein í roknskapi okkara.

Sølan var gjørd av neyð, tí keypta kvotu-grundarlagið er minkað burtur í onki, seinastu árini.

Sølan var gott nokk framd, men hon dekkar ikki meira enn rentur og lítlan part av rakstrinum. Hvat skuldu vit annars gera ? Alt hetta er gjørt samb. galdandi lóg.

Manningin fær løn.

Sagt var eisini at manningin ikki fær løn av kvotuni, tað er ikki satt, manningin á skipinum fær løn samb. galdandi sáttmála.

Nýborg nótabátur okkara var seldur í seinnu helvt av ár 2019, so báturin er júst seldur. At liggja við einum báti sum hevur ov lítið av kvotu, sum í hesum føri, kostar sera nógvan pening. Ein slíkur bátur kostar yvir 10 mio. kr. um árið í føstum útreiðslum, so at selja kvotu fyri 7 mio. kr. dekkar ikki fasta raksturin av skipinum, og tí slettis ikki aðrar fastar útreiðslur á landi.

Aftaná sendingina í SVF tann 3. februar standa øll við skeivum fatanum av veruleikanum, tey halda at vit hava fingið eina kvotu, sum vit síðani hava selt, samstundis verður eisini sagt, at manningin ikki fær løn av seldum fiski, alt hetta passar ikki, og eg vil staðiliga vísa hesum skeivleikum aftur.

Keyptu kvotur í 2014.

Vit keyptu kvotur okkara fyri næstan 100 milliónir umframt tað keyptu vit eisini skip.

Keypta kvotan minkað.

Tá vit keyptu kvoturnar høvdu vit nokk av kvotu til at reka eitt skip.

Síðan eru kvoturnar minkaðar hesi seinastu 4-5 árini við 70%, frá 4.400 tonsum av makreli til ca. 1.300 tons, nú er kvotan so hækkað nakað til ca. 1.850 tons, tó er talan um eina minking uppá ca. 60% frá upprunaligu kvotuni.

Eitt skip skal hava eina ávísa sølu fyri at bera seg, og fyri at dekka allar útreiðslur, men tá kvotan minkar ja so minkar sølan, soleiðis at nú verður hall og ov lítið av peningi at gjalda við.

Á sama hátt er við einum sethúsi, um tú ikki hevur nokk av inntøku ja so kanst tú ikki gjalda lánið í húsinum aftur, tú kemur í slíkum føri at selja ella missa húsið, hetta tí grundarlag ikki er fyri afturgjalding av skuldini.

Rakstur av skipi.

Ein rímulig kvota gevur vinning og ein lítil kvota gevur hall, her er dømi av okkara rakstri.

4.400 tons av makreli gevur ein vinning uppá ca. 2-3 mio. kr.

1.850 tons av makreli gevur eitt hall uppá ca. 12 mio. kr.

Kvotan er minkað við 60-70%. Eitt skip kann samanlíknast við eitt húsarhald. Hugsa tær til at inntøkan minkaði við 70%, fáur kanska ongin reiðari ella húsaeigari høvdu klára slíka niðurgongd, hetta er júst støðan hjá okkum.

Ótrygg fiskivinnunýskipan.

Øll fiskivinnuskipanin og fiskivinnan hevur verið so ótrygg tey seinastu árini, vit hava verið úti fyri at landið hevur steðgað okkum at fiska.

Landið hevur tikið fleiri kvotur okkara inn, fyri síðan at geva okkum tær aftur. Tá kvotan var olympisk hava onnur reiðarí fiska okkara kvotupart.

Øll sum arbeiða í slíkum umstøðum vita, at tað er sera torført at vera í hesi vinnu.

Fiskivinnan má hava tryggar karmar at virka undir, á sama hátt er tá tú keypir eitt sethús. Skip mugu fíggjast yvir minimum 15 ár, og hava fastar inntøkur (kvotur). Keypir tú eitt sethús, so mást tú fíggja húsið yvir 20-30 ár og hava eina fasta inntøku, til at gjalda skuldina aftur við.

Kvota kann í ávísan mun samanlíknast við eitt grundøki har eitt hús stendur á. Tað ber ikki til at fíggja hús ella skip um grundarlagið, sum í hesum dømi er kvota ella grundstykki, kann takast av ella undan tær innan 2-4 ár, ella innan skuldin er goldin.

Havarí 5. januar 2018.

Nýborg fekk ein alvorligan sjógv tann 5. Januar 2018, hetta kostaði okkum og tryggingini uml. 10 mio. kr. og ein maður kom alvorliga til skaða. Her mistu vit eisini stóran part av søluni.

Lógarbroytingar.

Vit standa við trupulleikanum sum er nevndur omanfyri. Ongin visti hvussu fiskivinnunýskipanin kom at síggja út seinastu árini.

Ein lóg var sett í gildi 31.12.2017 sum segði, at um kvotan ikki var komin á skip innan 01.04.2018, so misti reiðaríið loyvini. Hesum vistu vit ikki av, fyrr enn boð kom í apríl mánað ár 2018 frá myndugleikunum, sum segði, at tit hava mist loyvini og so var.

Seinri søgdu politikarar at hetta var ein feilur, sum bleiv rættaður á sumri ár 2019.

Undir fiskiskapinum í januar ár 2019 fingu vit boð frá Vørn um, at 3 loyvir vóru tikin av okkum (grundað á omanfyri nevndu lógarbroyting 31.12.2017), aftur her mistu vit stóran part av søluni.

Í eini samgongu skulu loyvini ikki knýtast at stálinum í næstu samgongu skulu loyvir knýtast at stálinum.

Alt tilsamans ger ein sera stóran ótryggleika, oftast veit man ikki hvørjum beini man skal standa á. Bert fólk sum eru í hesi vinnu, kenna til umstøðurnar.

Ágangur má broytast til arbeiðspláss og menning.

Tit í Kringvarpinum vita væl, at vit arbeiða hart og stríðast fyri at útvega fleiri arbeiðspláss í økinum Suðuroyar Sunnara Helvt, men tað er ein øgiligur ágangur ímóti okkum, og eg skilji ikki hví?

Hví stuðla tit ikki? Hetta soleiðis at fleiri arbeiðspláss, eisini koma til Suðuroyar Sunnaru helvt. Hetta gevur eisini pening til landið, umframt teir stóru ring virkningar, sum hetta ber av sær, serliga til Havnina, so sum olju, trygging og mangt annað.

Suðuroyar Sunnara helvt hevur eisini brúk fyri føstum arbeiðsplássum, eins og øll onnur fólk í Føroyum. Fiskivinnan í Suðuroyar Sunnaru helvt er minkað við yvir 400 arbeiðsplássum seinastu árini, hetta hevur verið tosa um aftur og aftur men ongin hoyrir.

Virkir á økinum lata upp og steingja fleiri ferðir um árið, hvør vil fíggja bygging av einum sethúsum á økjum við slíkum ótryggum viðurskiftum?

Hoyrdi frá einum banka, at 1. Sethús stóð í gerð í Suðuroynni um árið.

Aftur vilja vit minna á at vit hava brúk fyri positivum íblástri, lokalpatriotum og ikki minst lokalpolitikarum.

Útjaðarakvota og menningarkvota.

Á sinni var tosa um útjaðarakvotu fyri at styrkja útjaðaran, hetta bleiv broytt til menningarkvotu vit vóru nr. 10 á listanum fyri at fáa slíka menningarkvotu í ár 2018, men hendan var tikin aftur.

Tit síggja at vit hava roynd og roynd, men mótstøðan er øgilig.

Nú eiga myndugleikarnir aftur kvotu til at skapa menning, til at styrkja økir sum Suðuroyar Sunnaru helvt, politikara mugu gera okkurt, teir hava evnini og eg vænti eisini at teir hava viljan.

Ein lítil søga.

Ein virkisleiðari í útlandinum, greiddi mær frá á sinni, at hann átti 7 virkir, øll virkini gingu væl uttan eitt. Virkisleiðarin kannaði hetta eina virkið, hví tað ikki gekst sum hinum. Eftir kanningina, setti hann átøk í verk fyri at menna virkið, sum ikki gekst so væl. Tað gav úrslit, í dag ganga øll virkini sera væl. Í stuttum fór virkisleiðarin inn og loysti trupulleikan.

Vit kunnu kanska læra av hesum i Føroyum.

Tað gongur sera sera væl í Føroyum, men tað gongur ikki væl í Suðuroyar Sunnaru helvt. Skal man menna Suðuroyar Sunnaru helvt, so mugu átøk setast í verk fyri at menna hetta økið, soleiðis at hesin partur av landinum, eisini kann gerast partur av føroyska samfelagnum.

Vinarligar heilsanir

Vágur tann 8. februar 2020

Alex Vilhelm

Vágsvegur 105

900 Vágur

Facebook viðmerkingar