Arbeiða við at betra um internetsambandið

Vit eru ómetaliga kedd um støðuna og gera alt fyri at betra um internetsambandið til Suðuroynna og Sandoynna, sigur Páll Vesturbú, stjóri í NET í kvøld, eftir at brek á kaðal um Skopunarfjørð hevur lagt suðurøkið at kalla lami hvat internetsambandi viðvíkur.

Okkara fólk eru ígongd við at fyrireika at seta upp skipan, sum verður sett og innstillað í morgin, so vit vænta, at internetsambandið í annaðkvøld verður væl betur enn tað er í løtuni, greiður NET stjórin frá.

Komandi dagar verður eisini arbeitt við at bøta um internetsambandið, soleiðis at ferðin á internetinum í Suðuroynni og Sandoynni kemur upp á áleið somu ferð, sum fólk høvdu áðrenn brekið í Skopunarfjørði, sigur Páll Vesturbú.

Facebook viðmerkingar