“Syrgilig er henda søga” byrjar Kjartan Hoydal Ritukvæðið – og kundu hetta júst tað sama verið fyrsta regla í einum kvæði um fólkatalsgongdina í Suðuroynni.
Hagstovan ber í góðari kunning á heimasíðuni tøl um alskyns viðurskifti í Føroyum, millum annað um gongdina í fólkatalinum. í vikuni verður sagt frá góðari gongd í fólkatalinum í Føroyum og eisini í flestu pørtum í landinum. Í Suðuroynni vaks fólkatalið við 7 frá 1. januar 2019 til 1. januar 2020.
Jaligt er, at fólkatalið í Suðuroynni spakuliga kvinkar uppeftir, men verður hugt eftir langtíðar-tølunum – ja, ikki so øgiliga langa tíð – bara seinastu 10 árini, so er søgan syrgilig.
Fólkatalið í Føroyum er frá 1. januar 2010 til 1. januar 2020 vaksið við 7,5%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 3,1%. Sí eisini talvuna niðanfyri.
Í tølum minkaði fólkatalið í Suðuroynni við 145 frá 1. januar 2010 til 1. januar 2020. Minkingin er í øllum kommunum, men minst er minkingin í Vágs kommunu (-6) og í Tvøroyrar kommunu (-22).
Í prosentum er minkingin í Fámjins kommunu størst -22,8%, meðan minkingin í Hovs kommunu frá 1. jan. 2010 til 1. jan. 2020 var -18,2%.
Fólkatalið í Tvøroyrar kommunu 1.868 ?!
Um gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni árini 2010 til 2020 var hin sama, sum í restina av landinum, so skuldu tað í dag búð 5.099 fólk í Suðuroynni – ella 501 fólk fleiri enn tað búgva í oynni. (Sí gulu kolonnuna í talvuni omanfyri).
Í teimum størri kommununum, Tvøroyrar kommunu og Vágs kommunu, hevði fólkatalið so verið ávíkavist 1.868 (152 fleiri enn í dag) og 1.452 (107 fleiri enn í dag).
Tað gongur nokk ?!
Í øgiliga nógv ár – ja, í fleiri ártíggju – hevur verið víst á gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni og at talan er um álvarsama gongd skeiva vegin.
Skiftandi landsstýrið hava roynt at gjørt átøk, sum kunnu gera mun. Onnur landsstýrið hava ypt øksl og onkursvegna sagt “tað gongur nokk!”.
Men avbjóðingarnar í Suðuroynni eru ikki flokspolitisk tengdar og kunnu ikki sigast verða ein Fólkafloks, Sambandsfloks, Miðflokka, Javnaðarfloks, Tjóðveldis, Sjálvstýris, ella Framsóknar “trupulleiki”.
Avbjóðingarnar í Suðuroynni krevja miðvíst arbeiði her í Suðuroynni, bæði frá kommunalari síðu, frá vinnuligari síðu, og frá fólkinum, sum her býr. MEN tað er eisini alneyðugt, at man frá landspolitiskari síðu hevur eitt opnari sinn og størri áhuga í at stuðla teimum verkætlanum, sum koma úr Suðuroynni.
Hugvekjandi er, at um fólkatalið í Suðuroynni hevði havt somu gongd sum fólkatalið í Føroyum frá 1985 fram til 2020, so búðu tað í dag 6.710 fólk í Suðuroynni – og ikki 4.598.
Facebook viðmerkingar