Týsdagin 11. varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari.
Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum. Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr.
Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands. Vónirnar eru stórar til ætlanina. Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing.
Vit ynskja Pól Arna blíðan byrð í nýggja starvinum og vóna, at hann fær dyggan stuðul frá Føroya fólki, lokalumhvørvi og landsmyndugleikum. Føroya Eftirskúli á Tvøroyri er nýbrot í føroyskari skúlasøgu, skrivar Føroya Eftirskúli í dag.
Facebook viðmerkingar