Enn einaferð heldur danska sjóverjan føstulávintssiðvenjuna og bjóðar børnunum í oynni umborð til tunnusláttur. Í ár er tað HDMS Thetis, ið seinast var her í 2015, ið leggur at Tvørakei. Tunnuslátturin verður sunnudagin 23. februar og fólk eru vælkomin umborð frá kl. 13:30 og so byrjar tunnuslátturin kl. 14:00
Børnini verða altíð væl móttikin av manningini, ið veruliga tykist at njóta tað, at skipa fyri einum tílíkum tiltaki. Hetta er ivaleyst eitt kærkomið frávik frá vanligu uppgávunum í tí baldruta Norðuratlantshavinum. HDMS Thetis F357 varð tikin í nýtslu 1. Juli 1991 og hevur verið í nýtslu síðan. Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Umborð búleikast 57 fólk og megnar skipið at flyta hesi aftur og fram við einari toppferð á 22 knob. Thetis leggur væntandi at Tvørakei kl. 10:00 fríggjamorgun og fer avstað aftur mánamorgun kl. 10:00.
Veðurforsøgnin boðar frá fitt av vindi sunnudagin og 3-4 stig og hóast tað skjótt kann broytast, so verður heitt á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum.
Tvøroyrar kommuna takkar Arktisk Kommando fyri sítt íkast til trivnaðin í býnum og oynni.
Hjartaliga vælkomin øll somul.
Facebook viðmerkingar