Hin 23.10.2019 handaðu Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hvørjum øðrum krøv í samband við, at sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. okt. 2019. Síðan hava partarnir verið á 8 fundum í eini roynd at gera semju um nýggjan sáttmála.
Ásannandi, at langt framvegis var millum partarnar, legði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á fundi fyrrapartin fram ynski um at fáa semingsstovnin uppí samráðingarnar, og tískil varð semingsstovnurin boðsendur. Partarnir hittust á fundi hjá semingsstovninum kl. 13.00 í dag, har tosað varð um, hvussu farast skal fram víðari.
Facebook viðmerkingar