Menningardeildin hjá Visit Faroe Islands skipar fyri skeiði í produktmenning og prísáseting innan ferðavinnu í samstarvi við Visit Suðuroy.
Nýggj-/ur í Ferðavinnuni?
Ynskir tú at menna títt ferðavinnu hugskot?
Ynskir tú at læra, hvussu tú setir prísin, fortelur søguna og marknaðarførir tína ferðavinnu vøru?
Evnini ið skeiðið viðger:
o Hvat eyðkennir tað góða hugskotið?
o Fortel søguna (Storytelling)
o Søla og marknaðarføring
o Prísáseting og optimering innan gisting, tænastur, vørur og upplivingar
Undirvísingin inniheldur framløgur og bólkaarbeiði.
Øll eru vælkomin á skeiðið. Skeiðið er serliga ætlað til tey ið eru virkin í ferðavinnuni, tey sum eru nýggj og tey, sum hava eitt gott hugskot innan ferðavinnu, ið tey ynskja at gera til veruleika.
Skeiðshaldari
Við støði í arbeiðsroyndum og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring, fer Oda Wilhelmsdóttir Andreasen at hava frálæru í ferðavinnu og greiða frá, hvussu tú kemur frá hugskoti til veruleika.
Skeiðið fevnir um ein leygardag, á Seglloftinum á Tvøroyri frá klokkan 09.00-16.00 á tilsamans 7 tímar.
Tilmelding fer fram við at rinda luttøkugjald á 250kr á atgongumerki.fo. Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 4. mars á midnátt.
Leinkja til tilmelding: https://www.atgongumerki.fo/1098927/skei-i-v-rumenning-og-prisaseting-innnan-fer-avinnu
Facebook viðmerkingar