Hans Jacob & vinmenn á Dansibandsfestivalin

Besti dansibandsbólkur í landinum, Hans Jacob & Vinmenn, fara aftur í ár á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður vikuskiftið 1. og 2. mai.

Hans Jacob & vinmenn kunnu næstan sigast verða eitt av hús-orkestrunum á Dansibandsfestivalinum, tí bólkurin hevur spælt á øllum festivalum, síðan byrjan í 2014.

-Og aftur í ár fara Hans Jacob & vinmenn at seta dám á Dansibandsfestivalin, sum í ár eisini fær forkunnuga vitjan úr Norra, tí bæði Ingemars og Contrazt koma at spæla á Dansibandsfestivalinum.

Les meiri um Dansibandsfestivalin á www.dansibandsfestivalur.fo

Facebook viðmerkingar