Smílini á andlitunum vóru stór, tá fólk aftur fóru til arbeiðis á turkivirkinum hjá North Atlantic Seafood á havnarlagnum í Vági.
Umleið 10 fólk hava verið til arbeiðis hesar dagarnar, greiður Martin Hentze, stjóri í North Atlantic Seafood frá. Vit hava nakað av svartkjafti á goymslu, sum vit hava sett at tiðna og sum er lagt á rammur og nú verður turkað, sigur Martin Hentze.
Man kann siga, at hetta er eitt slag av royndarframleiðsla, sum vit eisini brúka til at fáa neyvari innlit í allar tættir, bæði tá umræður góðsku og úrtøku, sigur stjórin. Marknaður er fyri turkaðum svartkjafti, bæði sum vanlig matvøra og sum pet-food, so vit hava góðar vónir, sigur Martin Hentze, sum vónar, at tað fer at verða støðugt virksemi á North Atlantic Seafood, tá komið verður út í apríl-mánað.
Facebook viðmerkingar