Tey væl umtóktu HDYGD-vindeyguni kunnu nú eisini bíleggjast hjá timburhandlinum á havnalagnum á Tvøroyri, Richard B. Thomsen & søn. Avtala er gjørd um at styrkja og menna samstarvið millum timburhandilin og GRANT.
Tá tú skalt velja vindeygu til eini hús í Føroyum, er týdningarmikið at tryggja sær, at vindeyguni eru álítandi og haldfør í harða føroyska veðurlagnum. HDYGD-vindeygu og hurðar eru kend fyri sítt haldføri og ómakaleysu røkt. Eisini fylgir serliga langt garanti við, sum er heili 12 ár. GRANT framleiðir vindeygu úr plasti, træ, træ/alu og alu. Úthurðar eru av plast ella alu. Allir ordrar verða framleiddir eftir ynski hjá kundanum, og tískil eru so at siga øll snið og allir litir møguligir. Í løtuni er serligt tilboð uppá plastvindeygu, har 25% avsláttur verur latin.
Hjá Richard B Thomsen ber til at fáa góða fakliga ráðgeving, biðja um óbindandi tilboð og bíleggja vindeygu og hurðar.
Partarnir fegnast um samstarvið og gleða seg til at veita Suðuroynni dygdargóð vindeygu og hurðar, umframt bestu tænastuna.
Facebook viðmerkingar