Mánakvøldið var almennur fundur í Vágs Skúla um íbúðarætlan í Vágs kommunu – og útvið 100 fólk høvdu lagt leiðina í skúlahøllina í Vágs Skúla til fundin.
Dennis Holm, borgarstjóri, hevði framløgu um ætlanina og greiddi frá innihaldinum í ætlanini. Ætlanin fevnir um at byggja íbúðir í tveimum ymiskum støðum í Vági: Úti á Stórheyggi og vesturi í Mýrunum (sí eisini myndina niðanfyri).
Talan er um lutaíbúðarætlan, har møguleiki er fyri íbúðum í trimum ymiskum støddum, íbúð við 1 kamari, 2 kømrum og 3 kømrum. Lutaíbúðir eru skipaðar á tann hátt, at luthavarar umframt at rinda innskot í lutaíbúðarfelagið, eisini rinda mánaðarliga leigu.
Borgarstjórin greiddi frá, at húsaleigan fyri íbúð við 3 kømrum væntandi verður umleið 6.700 kr., fyri íbúð við 2 kømrum verður húsaleigan umleið 6.100 kr.r um mánaðin, og fyri íbúð við 1 kamari verður húsaleigan umleið 5.000 kr. um mánaðin. Húsaleigan fevnir tá bæði um leigu, viðlíkahald og el & hita.
Eftir framløguna fingu fólk høvið at seta spurningar og eisini at skriva seg upp til lutaíbúð ella til eldraíbúð, og hetta gjørdu fleiri. Eisini ber til á heimasíðuni hjá Vágs kommunu – www.vagur.fo – at svara spurnablaði og skriva seg upp til lutaíbúð í Vágs kommunu.
Framløgan frá almenna fundinum í gjár er at finna á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar