Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Fólkavøkstur er í øllum landinum, uttan í nøkrum fáum kommunum. Eisini í Suðuroynni kvinkar fólkatalið uppeftir og búðu tað 1. feb. 2020 4.615 fólk í Suðuroynni.
Lesið eisini meiri á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya her
Facebook viðmerkingar