Okur hava fingið soljóðandi bræv um dunnuspælið til frama fyri Krabbameinsfelagið, sum skuldi verða í Sandvík 17. mars. “Fyrst vilja okur takka hjartaliga fyri tann ovurhonds stóra áhugan og tær stóru gávurnar, sum eru innkomnar til dunnuspælið fyri Krabbameinsfelagið.
Tað er rørandi, at fólk taka so væl undir við hesum tiltakinum.
So vilja okur tíverri siga, at dunnuspælið er útsett eina tíð, okur lýsa seinni, nær tað verður.
Bjørg, Rannveig og Emmy”
Facebook viðmerkingar