Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. Og Nýggjársnevndin í Vági er sera fegin um at kunna boða frá, at umframt Jens Marni Band, so fara Norrøna Dansband at spæla til dans á nýggjárinum í Vági.
Norrøna Dansband varð stovnað eftir ein harmonikutúr við Norrønu, og navni hevur sín uppruna í at teir seks – Annfinn, Árni, Hans Pauli, Saggi, Erling og Gunnar – hittust og spældu saman fyrstu fer umborð á Norrønu.
Norrøna Dansband spælir vælsvingandi dansitónleik við íkasti av dansband og country tónleiki, og hava teir seks allir drúgvar royndir frá føroyska dansi-umhvørvinum.
Dansur í Vágs Høll og í VB-húsinum
Nýggjársdansurin á Eiðinum í Vági er bæði í Vágs Høll og í VB-húsinum. Í Vágs Høll spæla Jens Marni Band, meðan Norrøna Dansband spælir til dans í VB-húsinum.
Stórur dentur er lagdur á, at á nýggjárinum eru ung sum tilkomin vælkomin í dans, tí verður eisini skipað fyri dansi bæði til yngru ættarliðini og til tey tilkomnu.
Á nýggjárinum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!
Nýggjárshaldið í Vági – eitt minni fyri lívið.
Tíðindaskriv frá Nýggjársnevndini í Vági
Facebook viðmerkingar