Frá byrjan hevur stóri spurningurin í samband við corona-smittuna í Føroyum verið um vit megna at fáa eina “flata” corona-kurvu – ella um vit fara at fáa eina “bratta” kurvu, sum kann leggja stórt trýst á føroyska heilsuverkið.
Seinastu dagarnir hava nøkur fáa hvønn dag fingið staðfest corona-smittuna, men samstundis eru fleiri vorðin frísk. So eins og víst í myndini omanfyri, so er talið av teimum, sum eru smittaði “minus” tey, sum eru vorðin frísk, nokk so støðugt, og kanska minkandi.
Vónandi ber hetta boð um at føroyska corona-kurvan er vorðin “fløt”
33 afturat vorðin frísk
Í morgun eru tað nú í alt 33 føroyingar, ið eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna. Tað er bara ein vika síðani, at tann fyrsti føroyingurin varð staðfestur frískur.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Tveir føroyingar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar