Áheitan: Gangið suður um Vatnið, tá tit koma uttanífrá og minst til altíð at halda frástøðu (2 metrar)!
Nógv njóta at ganga túr rundan um Vatnið, tá tey hava fríløtur.
Best er, um øll ganga sama veg rundan um Vatnið, soleiðis at neyðug frástøða verður hildin, tí gøtan kring Vatnið er ikki so breið, at fólk kunnu ganga framvið hvørjum øðrum við 2 metra frástøðu.
Um øll ganga sama veg rundan um Vatnið, tvs. fara suður um Vatnið, tá komið verður uttanífrá (til vinstru og eftir gøtuni, og ikki beint vestur framvið vegnum), so kunnu øll ganga við tryggari frástøðu (2 metrar) !
Okkara dugnaligu og røsku starvsfólk á heilsuøkinum og eldraøkinum royna øll hvør í sínum lagi at halda frástøðu frá fólki, soleiðis at tey ikki verða smittaði og taka við sær smittuna inn á heilsuøkið ella eldraøkið. Lat okkum í felag hugsa um tey og fara suður um Vatnið (til vinstru og eftir gøtuni, og ikki beint vestur framvið vegnum), tá komið verður uttanífrá, so øll kunnu ganga í tryggari frástøðu (2 metrar).
Facebook viðmerkingar