Ungdómshúsið við jólagávum til elstu ættarliðini í Vágs kommunu

Vágs kommuna: Síðan 2014 hevur Ungdómshúsið í Vági havt eina sera góða jóla-traditión, har tey ungu hava gjørt jólagávur til øll, sum eru 80 ár og eldri í Vágs kommunu. Í ár vóru tey ungu í 56 húsum við jólagávum til tey elstu í kommununi.

Tey ungu og yngru í Ungdómshúsinum hava sitið so hugagóð og málað, klipt og set saman træ einglar til tey eldru í ár, sum tey so hava pakkað í gávur og hava givið í jólagávu til tey, sum eru 80 ár og eldri.

Vit eru sera glað um tað stóra arbeiðið tey í Ungdómshúsinum gera, og vit gleðast ikki minst um, at tey ungu, nú jólini nærkast, eisini hugsað um okkara elstu borgarar, tað skuldi tey eiga hjartans tøkk fyri, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Facebook viðmerkingar