Saman skapa vit trygd um vinnuna

Tað er at fegnast um, at politiska skipanin saman er farin í holt við enn ein hjálparpakka, sum hevur til endamáls at styrkja tær vinnufyritøkur, ið frá degi til dags mistu alt inntøkugrundarlagið. Tað er tí alneyðugt, at finna semjur um føroyskar loysnir, sum kunnu tryggja fíggjarligt grundarlag at røkka ígjøgnum koronakreppuna.

Fyrri hjálparpakkin var bráðfeingisloysn, sum fyrst og fremst hevði til endamáls at binda fyri hópuppsagnum. Greitt var, at hetta ikki fór at vera nóg mikið. Tað hevur tí størsta týdning, at viðgera og semjast um næstu stigini um at byggja brimgarð fyri ábærar vinnufyritøkur.

Vit í Tjóðveldi hava leypandi samskift við landsstýrið. Millum annað lótu vit løgmanni eitt bræv, har vit gjørdu greitt, at vit eru til dystin fús at stuðla og styðja undir, at koma best gjøgnum hesa kreppu.

Vit samskifta dagliga við einstaklingar og samfelagsbólkar, og vit hava regluligar fundir í flokkinum umvegis nettøknina. Vit hava viðgjørt og viðgera áhaldandi støðuna og avleiðingarnar, hon hevur fyri heilsu, fólk, samfelag, vinnu og búskap. Vit mæla til at viðgera semjur um m.a. hesi mál og átøk:

Brimgarð til fyritøkur og sjálvstøðugt vinnurekandi

Hjá nógvum smáum og miðalstórum fyritøkum er inntøkugrundarlagið burtur frá degi til dags. At tey koma undir serligu skipanina hjá ALS og sjúkradagpeningaskipanina er ein hjálp, men aðrar fastar útreiðslur og væntandi inntøkur raka serliga hart hjá hesum fyritøkum. Tað er tí alneyðugt, at vit semjast um loysnir, sum kunnu tryggja figgjarligt grundarlag at røkka gjøgnum koronakreppuna, og avmarka vandan fyri, at hópin av fyritøkum fara á húsagang. Seinastu árini hava íverksetarafyritøkur í hópatali sæð dagsins ljós, og serskipan má finnast fyri hesar.

Neyðugt er at gera føroyskar loysnir, ið vit sjálvi hava ræði á og kunnu fremja skjótt. Hjálparátøkini mugu vera miðvís og gjølla umhugsað, so styrkurin kemur hagar, sum tørvurin er størstur. Eisini mugu treytir setast við, eitt nú í mun til vinningsbýti og annað, so full ábyrgd verður sett handan nýtsluna av almennu pengunum.

Land og kommunur tryggja virksemi frameftir

Vit heita á land og kommunur um at senda greitt signal um, at almennar íløgur verða framskundaðar og víðkaðar, í tann mun, tørvur er á tí. Hetta fyri at halda samfelagshjólunum malandi og fyribyrgja at heilsukreppan gerst ein búskaparkreppa.

Eitt nú, at fara undir umvælingar og orkubjálving av almennum bygninum kring landið, viðlíkahaldi av vegum og samferðslukervinum, eru dømi um vinn-vinn uppgávur. Í tann mun, tað fer at sansa at, kunnu slík arbeiði setast í gongd. Hetta kann stuðla uppundir fleiri hart raktum vinnufyritøkum og samstundis flyta Føroyar framá. Mong onnur dømi eru.

Millum annað hava lista og mentafólk í hópatali funnið møguleikar og loysnir mótvegis inntøkumissi. Eitt nú fylla tey netið við fantastiskum upplivingum umvegis talgildum festivalum og live konsertum. Hesi, sum summi kanska ikki hugsa um sum vinnurekandi, men sum heilt ella lutvíst hava mist inntøku sína, frá kreativari framleiðslu av ymiskum slagi, má atlit eisini takast til.

Øll mugu vera við

Tá so stórar avgerðir verða tiknar, sum tær í hesum tíðum, er av allar størsta týdningi at vit taka hesar avgerðir í felag, og at øll verða tikin uppá ráð. Hetta er galdandi fyri alla politisku skipanina, men ikki minst fakfeløg og vinnu. Vit hava nógv klók høvd kring alt landið, og mugu vit gagnýta hesa serfrøði, samstundis sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu vera við allan vegin. Tí eru trýpartasamráðingar heilt avgerandi.

Týdningarmikið er eisini at hyggja longur fram í tíðina, hvussu vit fáa gongd aftur á samfelagshjólini. Til tess er neyðugt at tryggja sær so breiða undirtøku og semju, sum til ber.

Samanumtikið er tørvur á at fremja samstarv um tey átrokandi málini, ið landsstýrið og helst allir flokkar, fakfeløg, arbeiðsgevarar og partar í samfelagnum arbeiða við.

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar