Gongdin í corona-hagtølunum í Føroyum seinastu vikuna hevur verið merkt av, at fleiri verða frísk enn talið av teimum, sum eru sjúk. Við øðrum orðum minkar talið av sjúkum dag um dag.
Seinastu vikuna eru staðfestir 29 nýggir tilburðir av corona smittuni í Føroyum. Men sama tíðarskeið eru 40 vorðin frísk, so tað eru 11 fleiri sum eru frísk enn sjúk seinastu vikuna. Í løtuni eru tað 88 fólk, sum eru “sjúk” av corona í Føroyum.
Facebook viðmerkingar