Tann stillføri og savnandi tjóðarbyggjarin úr Vági – Óli Holm 75

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Høgni Hoydal: 15. apríl fór Óli Holm í Vági um tey sjeytifimm.

Sum hjá so mongum í hesum koronadøgum, ber ikki til at savnast í størri veitslulag at heiðra og kvøða hendan heiðursmann – hóast eg eri sannførdur um, at familjan og vágbingar funnu onkran serstakan hátt at gera vart við merkisdagin hjá Óla í tryggari fjarstøðu.

Tað fara at gevast nýggj høvi at savnast hjá okkum øllum, um vit framhaldandi standa saman um at virða og verja hvør annan og felagsskapin okkara millum. Har vit hava møguleikan at hugsa um og byggja á tey veruligu virðini, ið eru okkum dýrabærast, og sum skapa øllum sømdir, menning og framtíð í hesi tjóð.

Og júst hetta hevur Óli Holm savnað seg um og bygt sín lívsgerning á. Hann hevur savnað so mong og so mangt mennandi saman við sær á sín serstaka, stillføra og stuðlandi hátt.

Heimbygdin Vágur hevur verið hansara heimur og akker – uttan mun til, hvar hann hevur virkað í landinum, á sjógvi og í útheiminum.

Óli var fiskimaður eftir at hann var liðugur við realskúla í Vági fyrst í 60’unum. Sigldi við Magnusi á Gørðunum, Jógvani á Gørðunum og Saksabergi, áðrenn hann fór til Danmarkar á læraraskúla.

Eftir at hava lokið læraraprógv í Nr. Nissum í Danmark og har funnið sín lívs kærleika í Lisu (Elise) úr Holstebro, flutti familjan til Vágs í 1968, har Óli og Lisa gjørdust lærarar við Vágs Skúla. Síðani fluttu tey til ein skúla í heimbýnum hjá Elise, Holstebro, í tvey ár. Og í 1973 setti familjan aftur búgv í Vági, har tey undirvístu og Óli gjørdist varaskúlastjóri í Vágs Skúla – eitt álitisstarv, sum hann røkti til pensjónsaldur.      

Og takk og lov fyri, at tey valdu Vágsbygd, Suðuroynna og Føroyar til sítt pláss á jørð, og bygdu sítt heim her saman við børnunum: John Henrikki, Dennisi, Kristinu og Barbaru.

Tí saman við tí hugdjarva og dugnaliga fólki í Vági, hava tey øll verið so burturúr virkin og gingið undan í so nógvum:  Í skúlaskapi og máli. Í hugsjónararbeiði og politikki. Í mentanarvirksemi. Í vinnuligum og sosialum arbeiði. Ja, í sjálvbodnum, felags framtøkum, ið byggja bygd, oyggj, samfelag og tjóð.

Óli er ikki tann, ið kastar ljós á sjálvan seg. Men har felagsskapur er, og tøk skulu takast, har finnur tú Óla Holm – á dekkinum, í maskinrúminum, í galluni ella á brúnni. Við síni seigligu og savnandi framferð, fær hann fólk at samstarva og trívast, sama hvønn leiklut hann átekur sær. Og hann fær tey felags málini sett og framd.

Vit kunnu taka bara nøkur av dømunum úr rúgvuni:

Fótbóltsleikarin og VB’arin

Óli Holm spældi við besta mansliðnum hjá VB í 60’unum og 70’unum. Hann var á tí legendariska VB-liðnum, sum í 1974 vann Ísafjarðarsúluna eftir tvær finalur ímóti HB. Samanlagt vunnu teir 7-5. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at VB hevur vunnið steypakappingina í bestu deildini. Óli spældi í verjuni, og hann skoraði eitt mál í finalunum. Hann er offisielt skrásettur fyri 60 dystir í bestu deildini fyri VB. Og fyri 11 mál tilsamans og bert eitt gult kort.

VB’arin, fótbóltsmaðurin og forsetin

Men Óli hevur ikki minni lagt lív og sál í felagsarbeiðið at menna fótbóltin í Vági, í Suðuroynni, Í Føroyum og í altjóða samstarvi. Hann hevur verið í nevndini og felagsarbeiðinum hjá VB í mong harrans ár. Eins fegin og fyri Ísafjarðarsúluna var Óli saman við hinum VB-legendunum, tá ið VB vann sítt fyrsta Føroyameistaraheiti í bestu mansdeildini í 2000. Og hann hevur verið í nevndini hjá FC.Suðuroy, eftir at feløgini í Suðuroynni fóru at samstarva.

Óli var í mong ár í starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, og var har millum tey djørvu undangongufólkinni, ið vunnu Føroyum altjóða limaskap í FIFA og UEFA. Og sum gjørdu av at melda A-landsliðið hjá monnum til fyrstu EM-undankappingina, hóast mong hildu tað vera óðamannaverk. Men eftir sigurin á Eysturríki í Landskrona. Og við tí menning, sum hetta hevur givið føroyskum fótbólti, ítrótti og allari tjóðini, savnast vit nú øll um hesa tjóðarbygging.

Í 2004 varð Óli valdur forseti í Fótbóltssambandinum. Feløg heittu á hann og stuðlaðu honum í at taka á seg starvið, eftir at ávísar ósemjur og stríð høvdu verið. Og Óli var forseti í FSF til 2008.

Í dag er Óli peningarøkil í nevndini fyri F.C. Suðuroy.

Mentanar- og felagsmaðurin

Óli er somuleiðis peningarøkil í Kirkjukórinum Ljómi í Vági, har hann hevur verið virkin og sungið í mong ár.

Hann hevur verið í nevndini í Suðuroyar Sparikassa í mong ár. Í Lions við vælgerandi arbeiði. Hann spælir Bridge og hevur verið virkin í felagsarbeiðinum har.

Og hann hevur tikið lut í tí stóra arbeiðinum í Vági við TG 326 Jóhonnu. Umframt hinum einastandandi átøkunum og sjálvbodnu arbeiðunum við Pálshøl og Marghøll og innan list og mentan og søgu, sum vágbingar hava megnað saman.

Hugsjónarmaðurin, diplomaturin og politikarin

Í Tjóðveldisflokkinum hevur Óli verið virkin og hollur í so mong ár. Í nevndini í Suðuroyar Tjóðveldisfelag. Og sum aðalstjórnarformaður í flokkinum gjøgnum tey truplu kreppuárini í 90’unum og fram til 2003.

Hann megnaði við sínum diplomatisku og savnandi evnum at halda flokkinum saman og byggja hann upp ígjøgnum sera avbjóðandi tíðir. Tað er Óla og teimum mongu fólkunum í og kring flokkin tey árini fyri at takka, at tjóðveldishugsjónin og flokkurin mentu seg og vunnu vaksandi og sterka undirtøku.

Sanniliga hevur tað ikki verið lætt – hvørki í kreppuárunum ella tá ið tað gekk framá.  Í fyrstu fullveldissamgonguni breyt ofta í bæði borð. Bæði innanfloks og í samgongusamstarvinum. Tað var ikki sjáldan, tá ið stórar ósemjur tóku seg upp, at Óli segði tey orðini, ið eg haldi, at vinmaðurin Robert McBirnie hevur argað hann við: “Av! Hvat gera ogur nú?”

Men Óli megnaði altíð at halda hugsjónini og málinum fremst, og fekk okkum at finna loysnir.

Í 2001 heitti flokkurin á Óla Holm um at gerast landsstýrismaður í skúla- og mentamálum. Hann var trekur, men játtaði at enda.

Og tí gjørdist Óli Holm landsstýrismaðurin, ið fekk Fólkaskúlan fult og heilt undir føroyskt ræði frá 1. Januar 2002. Hann fekk allar avtalur uppá pláss við Danmark, og í hesum lá eisini, at føroyingar átóku sær alla fígging av okkara skúlaverki, og blokkstuðulin varð niðurskorin. Eisini tá var stór mótstøða, og tað varð rópt óðamannaverk. Men í dag er neyvan nakar, ið ikki er samdur við avgerðini ella hugsar um at lata ábyrgdina av Fólkaskúlanum av føroyskum hondum aftur.

Góði Óli! Bestu kvøður og ynski á degnum til tín, Lisu og alla familjuna.

Takk fyri títt mikla strev og tíni stóru avrik fyri flokk, bygd, oyggj, land og tjóð – og fyri títt altjóða samstarva og útsýni. Og takk fyri einastandandi løtur og samveru í arbeiði og vertskapi. Vónandi verða tær mangar í komandi tíðum.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal

Facebook viðmerkingar