Arbeiðsmannafelagð Framtíðin í Vági er stovnað í 1920, sum hitt triða í røðini av arbeiðsmannafeløgum í Føroyum. Spennandi søga felagsins, sum til tíðir eisini er baldrut, tá harðast leikaði á, er nú útgivin í bók við heitinum “Arbeiðsmannafelagið Framtíðin”.
Bókin um Arbeiðsmannafelagið Framtíðin er ein roynd at lýsa virksemið og leiklutin hjá Framtíðini, sum røkka smá hundrað ár við stríði og sigrum sum ósigrum eins og samfelagsligum upp- og niðurtúrum.
Tað er Torfinn Smith, sáli, sum hevur skrivað bókina um Arbeiðsmannafelagið Framtíðin. Lagnan vildi tað, at Torfinn Smith andaðist eftir at bókin var liðug og prentað, men tað Torfinn fekk tíverri ikki upplivað dagin, har hendan sera spennandi bókin um Arbeiðsmannafelagið Framtíðin varð givin út.
Bókin um Arbeiðsmannafelagið Framtíðin fæst til keyps á Heimavirkinum í Vági og í bókhandlum í Havn.
Facebook viðmerkingar