Løgmaður greiddi á tíðindafundinum fyrrapartin frá, at Føroyar fara at lata enn meiri upp, men at tað framhaldandi verður mælt til at fylgja greiðu tilmælunum um frástøðu og gott handreinføri.
Greiðari mannagongdir fyri ferðandi til Føroyar
Forða fyri at smittan kemur innaftur í samfelagið. Greiðar og tryggar mannagongdir fyri fólk, sum koma til Føroyar. Øll fáa nú eitt sóttarhaldsskjal, sum tey skulu vátta og myndugleikarnir seta seg í samband við fólk, meðan tey eru í sóttarhaldið. Velja álit heldur enn lógarkravdar avbyrgingar við strongum eftirliti.
Vit vilja ikki at útlendsk ferðafólk koma til Føroyar fram til 30. Juni 2020.
Mánadagin 4. Mai enn meiri upp í ferð
Fólkaskúlin letur meiri upp. Frá 4. Mai fara 4. flokkar í skúla. Frá 11. Mai fara 5. flokkar í skúla og frá 18. Mai fara 9. flokkar í skúla. Miðnámsskúlarnir fara eisini í skúla aftur 18. Mai.
Vælverufyritøkur av ymiskum slagi kunnu fara aftur til arbeiðis undir skipaðum viðurskiftum 4. Mai.
Størri bólkar kunnu savnast
Farið verður frá at 10 fólk kunnu savnast til 50 fólk kunnu savnast í bólki, hetta galdandi frá mánadegnum 4. Mai. Framvegis er galdandi at halda tilmælini um frástøðu og reinføri. Fyri kirkjur og samkomur verður hetta talið tó 100 fólk.
Landsstýrið mælir frá at hava festivalar og stór tiltøk í Føroyum fyribils fram til 30. Juni. Seinni í mai verður greitt frá, hvussu verður eftir 30. Juni. Løgmaður greiddi í hesum sambandi frá, at ein hjálparpakki, sum eisini fevnir um stuðul til festivalar, er ávegis.
Dagstovnaøkið og eldraøkið lata meiri upp
Dagstovnaøkið verður latið meiri upp og eldraøkið verður latið meiri upp, og fyrireika kommunurnar hetta í samráð við coronaráðgevingina.
Bussar og ferjur fara at koyra og sigla sum vanligt
Allar leiðir hjá SSL fara at koyra aftur í morgin 1. Mai, og frá 8. Mai koyra allir bussar eftir galdandi ferðaætlan. Somuleiðis fara allar ferjur at sigla eftir vanligu ferðaætlanini frá 8. Mai, tó við avmarkaðum tali av ferðafólkum.
Mælt verður framvegis til, at kafeir og matstovur lata aftur kl. 22, og ikki minst verður áherðsla lagt á, at tilmælini um frástøðu og reinføri skulu haldast.
Ítróttarkappingar
Løgmaður staðfesti enn einaferð, at ítróttarfólk kunnu aftur fara at kappast frá 9. Mai, hetta undir skipaðum viðurskiftum.
Facebook viðmerkingar