Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8021 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tær 806 kanningarnar, ið eru gjørdar á Bakkafrosti, eru taldar við í samlaða kanningaryvirlitið. Heldur ikki á Bakkafrosti eru nøkur smitta staðfest.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar