Leygardagin klokkan 15:00 verður fyrsta bríkslið hetta kappingarárið. Alt byrjar í Runavík har TB verður gestur hjá NSÍ.
Í fjør gjørdist NSÍ nummar trý meðan TB bleiv nummar átta. Sum so oftani fyrr var tað NSÍ, ið átti toppskjúttan farna kappingarár, tá Klæmint A. Olsen gjørdi 26 mál í Betri Deildini. Hann er aftur við í ár.
TB liðið hevur verið fyri stórum útskiftingum og verður nú av Ekstra Bladet umrøtt sum danskerhold, sum danir hava fyri vana at gera, so skjótt onkur dani er á einum liðið.
Upptaktin til kappingarárið hevur verið heldur øðrvísi enn vant orsaka av COVID-19-støðuni kring allan heimin og eisini í Føroyum. Kappingin átti at byrja longu fyri tveimum mánaðum síðani, men hetta bleiv av ongum – men nú verður lagt til brots. Av tí at upptaktin hevur verið ávirka av COVID-19, so er einasti lutfalsliga nýggi dysturin sum TB hevur leikt ein venjingardystur ímóti HB fyri tveimum vikum síðani, tá vann HB 1-0.
Uppstillingin á TB-liðnum hendan dagin var soleiðis:
Frederik Mehder
Musah Armah – Ndende Gueye – Rasmus Møller – Sebastian Kroner
Dánjal Godtfred – John Villy Wøldike Leo – Rógvi Joensen
Samudeen Musah – Ken Fagerberg – Einar Thorsteinsson
Seinni komu hesir inn: Nicolaj Johanessen, Jens Erik Bruhn, Havar Albinus og Jóhan Thomsen.
Toppskjúttin hjá TB, Stefan Radosavljevic, valdi undir farna kappingarár at royna nýggjar leiðir og sostatt eru tað millum annað sviin Ken Fagerberg og nýggi danin Mads Raben, ið skulu finna vegin til netmaskarnar.
Leygardagin fer Betrideildin so endiliga ígongd og skal TB royna seg ímóti NSÍ á útivølli í Runavík.
Facebook viðmerkingar