Tann 1. apríl í ár var fólkatalið 52.428 og vaks sostatt við 856 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. apríl 2019 – 1. apríl 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 584, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Og nú mars er taldur við, er enn ongin ábending um nakrað broyting í hesi gongdini, sum eisini sæst av myndini niðanfyri.
Tað eru serliga Tórshavnarøkið, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum, eisini tá vit rokna í mun til fólkatalið í ymisku økjunum í landinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyar og Suðuroyar sýslur.
Facebook viðmerkingar