Tvøroyrar býráðið hevur gjørt av, at seta Rasmus Steintórsson Biskopstø í starvið sum leiðari av Kunningarstovuni á Tvøroyri, nú verandi leiðarin Sólfríð Bech fer í farloyvið í 1 ár.
Rasmus Steintórsson Biskopstø er Klaksvíksjingur, hann er 27 ár og hevur kandidat útbúgving innan geografi og sosialvísind frá Roskilde Universitet.
Rasmus hevur starvast hjá Norðoya Kunningarstovu sum ferðaleiðari og leiðbeinari, og hevur m.a. tikist við planlegging og logistikk, serliga í mun til hópferðavinnu eitt nú tá ferðamannaskip vitja í Norðhavnini.
Rasmus skrivaði serritgerð um ferðavinnu í Føroyum til sína kandidatútbúgving, har ritgerðin var ein komparativ lýsing av útvaldum hagapørtum, við lýsing av avbjóðingum av vaksandi “hiking”-ferðavinnuni, ið vóru problematiserað út frá burðardyggari menning.
Rasmus hevur eisini í eitt stutt tíðarbil starvast á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu, har hann hevur starvast sum málsviðgeri og fylgt verkætlanum hjá Visit Tórshavn.
Tvøroyrar kommunu ynskir Rasmus Steintórsson Biskopstø vælkomnan í starvið sum leiðari av Kunningarstovuni á Tvøroyri, og ynskir honum blíðan býr, nú hann byrjar mánadagin 18. mai 2020.
Facebook viðmerkingar