Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.779 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Í gjár vórðu 69 kanningar gjørdar. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.509 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar