Víkarbyrgi verður endiliga ruddað

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa avvarandi myndugleikar, m.a. Búnaðarstovuna, at rudda upp í Víkarbyrgi. Í nógv nógv ár hava leivdir frá einari smoltstøð, sum var í Víkarbyrgi, skemma vøkru náttúruna í Víkarbyrgi.

Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu sum Víkarbyrgdi hoyrir undir, sigur, at hann síðani 2012 fleiri ferðir árliga hevur verið í samband við Búnaðarstovuna, landsstýrisfólk, fulltrúar og onnur embætisfólk um óruddi í Víkarbyrgi. Nógvir borgarar hava eisini vent seg til Sumbiar kommunu um óruddi og hava spurt hví einki verður gjørt fyri at rudda upp og er tann spurningurin eisini farin víðari. Men frá landsmyndugleikunum hevur svarið hvørja ferð verið: Tað eru eingir pengar at rudda fyri.

Men á vetri í 2019 bragdaði og langt um leingi vóru tað fólk, sum sóu somu trupulleikar sum okur, og vóru sinnaði at játta pening til hesa uppruddingar verkætlan. Og skal higani fara ein stór tøkk til Bakkafrost, sum av sínum eintingum bjóðaði seg til at hjálpa við at rudda. Bakkafrost og Umhvørvis- og vinnumálaráðið hava sett pening av til uppruddingina í Víkarbyrgi í 2020, sigur Eyðbjørn Thomsen.

Sjálvt um Bakkafrost ikki hevur havt virksemi í Víkarbyrgi, hevur fyritøkan bundið seg til at hjálpa við at rudda leivdirnar frá tí virksemi, sum hevur verið har. Hetta er partur av ætlanini hjá Bakkafrost, sum arbeiðir fyri einum reinum umhvørvi ígjøgnum grunnin “Sunt lív”.

Borgarstjórin greiður frá, at í næstum fara fólk frá Sumbiar kommuna saman við sjálvbódnum undir at rudda upp í Víkarbyrgi.

Facebook viðmerkingar